|
SÍ - Dráttur 14-01-2010 Dystur: meist.kv. SÍ - Dráttur Sørvági: 10. januar 2010
Úrslit: 3 – 0
Fyrsti dysturin í hesum árinum er móti grannunum, vit eru á heimavølli. Nokkso fitt av áskoðarum eru komnir, hóast tað stendur á koma fram fyri gleri. Spenningur í luftini, grannanir hava onkuntíð givið harða mótstøðu.
1. settið byrjar væl, og vit føra við einum og tveimum stigum. Sum frá líður, ger spenningurin óivað sítt til, at spælið til tíðir er eitt sindur rótut. Nógvar stuttligar bjargingar og sløg, sum ein helst ongantíð áður hevur sæð. Men vit eru omaná alt settið, og vinna við 25 – 18. Eitt sett, har góð álop, góðar servur, og góðar móttøkur eru, frá báðum pørtum.
2. settið byrjar við einum heilt óvanliga langum bólti. Soleiðis kendist tað hjá áskoðarunum. Men vit vunnu hann at enda, og góðar servur frá okkum og mistøk og ivi hinumegin netið gjørdi, at eingin veruligur spenningur var í hesum settinum. Teir rímiliga fáu bóltarnir, sum komu í spæl, vunnu vit mestsum allar. Vit fóru fram á 21 –5, og vunnu settið 25 – 8. Tó at vit spældu væl, var hetta eitt sett, sum kanska ikki hoyrdi heima í meistaradeildini.
Men vit hava fyrr sæð, hvussu skjótt støðan broytist, og aftaná at hava vunnið tvey tey fyrstu settini hava vit ofta upliva eina vandamikla hvílistøðu, sum mangan hevur ført til ein 5-settara.
3. settið byrjar, og tey ivasomu síggja út til at hava rætt. Vit eru farin í kjallaran. Nú er tað Dráttur-kvinnurnar, sum serva okkum niður og norð. Støðan gerst 6-0 til hinar, áðrenn vit fáa nakað stig. Og tá vit fáa næsta stigið, er støðan 9-2 til Drátt. Okkara venjarar hava roynt at givið nýggjan íblástur, og teir síggja heilt róligir út. Jóan Petur við krossaðum ørmum. Tað byrjar spakuliga at ganga framá. Vit minka um munin, nú eru sløg og bjargingar, sum vit plaga at síggja. Javnt er við 14-14. Nú sær út til, at sjálvsálitið aftur er á veg upp, og so at siga hvør móttøka og álop rigga. Hinar eru tó enn við, og javnt er aftur 18-18. Tað veður striðst fyri hvønn bólt, og hetta setti er rættiliga undirhaldandi at síggja. Vit fáa toga okkum fram til match-bólt 24-18, so kemur aftur støðgur í, móttøkur svíkja, og harvið einki álop, og hinar koma upp á 22 stig. Tá eydnast, vit vinna 25 – 22, og harvið dystin 3-0.
Sera stuttligt at síggja so gott og samansjóða spæl sum í 1. og kanska serliga 3. setti. Allar góvu seg meira enn fult út. Og um vit høvdu óttast, at jólini og nýggjárstíðin høvdu havt ringa ávirkan, so kunnu vit bara staðfesta, at spæli í hesum dysti greitt sigur tað mótsatta. Takk fyri.
Jákup C
|
|